Í Sundalagnum ein sólskinsdag

Orð: Rikard Long
Lag: Hans Jacob Højgaard

1. Í Sundalagnum ein sólskinsdag,
tá komið er út á várið,
og vindur fer yvir grønkandi flag,
av stað, av stað
at fagna tí nýggja ári.

2. Tá sprettur í brekku gras og urt
og vætan seyrar í bakka,
í haga er einki staðið turt –
tó leita tær burt,
har seyðirnir ræsur traðka!

3. Á firði hvítir tað víða hvar,
og áirnar froysa í vindi;
bjørt stavar sólin á vallaðan garð
og skriðu og skarð,
ið blána á Reyðafelstindi.

4. Stolt reisir landið í treystari vón
og rodnar í frískari elli,
man aldri síggjast fagrari sjón
enn sólskin á Nón
og vársnjó á Halgafelli.

5. Eg elski teg, gamla frostsprongda land
við urðum og royðulindum,
og havsins brimgang við sólbleiktan sand
og dandandi band
av mjørka á ljóssveiptum tindum!

FavoriteLoadingGoym tekstin