Í syndaleinkjum mín sál var fjøtrað

Orð: Nathanael Cronsioe
Lag og týtt: Hákun Djurhuus

1. Í syndaleinkjum mín sál var fjøtrað,
eg tonkti, eingin meg loysa kann,
og henda hugsan fekk meg at nøtra,
og ongan frið eg í hjarta fann.
Tað nyttar einki, ein rødd mær segði,
ei nøkur náði er fyri tær,
eg stúran, angist í barmi hevði,
langt burt frá Gudi bert leið mín bar.

2. Ein onnur rødd talaði í oyrað,
hon var so eymlig og mild og góð,
og gleðiboð fekk eg tá at hoyra:
Tín synd kann reinsast í Jesu blóð’.
Boygg teg við krossin, so skal eg loysa
tey bond, teg binda, og tú gerst mín,
av náðikeldum tú frítt kanst oysa
og reinur verða sum hvíta lín.

3. Við krossins fót var so søtt at lenda,
eg kom til Jesus, hann frið mær gav,
hann kundi ótta til gleði venda,
øll synd mín søkt varð í djúpa hav.
Ja, frelsan heldur, eg Gud má æra,
tí blóðið hevur so stóra makt;
eg veit, mín Frelsari vil meg varða,
eg eri við tær, hann hevur sagt.

FavoriteLoadingGoym tekstin