Í syndamyrkri gekk eg

Týtt: Victor Danielsen

1. Í syndamyrkri gekk eg
í dagar og í ár,
ei hjálp, ei lætta fekk eg,
mín sál var sjúk og sár;
:,: tá tók meg frelsarhondin
og inn í ljósið bar,
og Jesus mær alt gav við sær. :,:

2. Í trúnni nú eg livi
og eigi vón og frið,
Guds lyfti mær er givið,
hans hjálp hvørt lívsins stig;
:,: Guds Himmal er mítt heimland,
og á ta ljósu strond
meg flytur skjótt Frelsarans hond. :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin