Í syndini eg blindur lá

Orð: Daniel W. Whittle
Lag: Knút E. Háberg, James McGranahan
Týtt: Petur William Háberg

1. Í syndini eg blindur lá;
men nú mítt eyga sær,
meg Kristus fann á lívsins leið,
hann livir nú í mær.

Niðurlag:
Kristus livir í mær,
Kristus livir í mær,
signing rík og náði stór,
at Kristus livir í mær.

2. Sum sólarljósið lívgar fræ,
sum lagt í akur varð,
so bar mær Kristus ljós og lív,
nú livir hann í mær!

3. Til blómu veksur lítla fræ,
til áir keldufar,
og eg má, Harri, undrast á,
tín Andi býr í mær!

4. Áh, Harri, lat meg dag um dag
bert tráa eftir tær,
at eg alt meir tær líkjast má,
sum livir nú í mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin