Í syndini eg gleddi meg

John NewtonVictor Danielsen
Orð: John Newton
Lag 1: Ókendur (enskur)
Lag 2: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen

1. Í syndini eg gleddi meg,
frykt, skomm meg rørdu ei,
til ein nýggj sjón mær steðgaði
á míni villu leið.

Niðurlag: Áh, Guds Lamb, Guds dýra Lamb,
Guds Lamb á krossinum!
Har sligin tú varð
at vinna mær
eitt stað í Himlinum.

2. Eg sá ein hongdan á eitt træ
í angist, sorg og neyð,
Guds Andi greitt mær vísti tað,
eg skuldi tolt tann deyð.

3. Og aldri, aldri gloymi eg,
hvat sýnt mær hin dag varð;
eg sá mín ónda syndaveg,
stóð sekur, dømdur har.

4. Mín vakta samvitska meg tá
við ræðslu niður sló,
at eg var við Guds Son at slá
og hella út hans blóð.

5. Men so Guds Andi vísti mær
hin nýggja lívsins veg:
Hitt blóð, har sakleyst úthelt varð,
var frelsa fyri meg.

6. So tó eg sá við Kristi kross,
hvør stór ið synd mín var,
so er har tó eitt signað pláss,
har lív er vunnið mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin