Í tær, áh, Jesus, fann mín sál

James McGranahanVictor Danielsen
Orð: B.E.

Lag: James McGranahan
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: O Christ! In thee my soul hath found

1. Í tær, áh, Jesus, fann mín sál,
ja, eina fann í tær
tann frið, ta gleði, hvíld og trygd,
sum fyrr mær ókend var!

Niðurlag: Nú navn títt, Jesus, eina tað
er dýrabart hjá mær;
tí kærleik, lív og hjartafrið
eg eina fann í tær.

2. Eg suffaði um lukku, frið,
eg søkti tey, ei teg,
men øll mín eydna var, at tú,
áh, Jesus, søkti meg!

3. Teir brostnu brunnar royndi eg,
men lívsins vatn ei fann,
í teimum fáfongd, deyði bert
og sálareitur rann.

4. Eg græt um farnan stuttleika,
men ikki eftir tær,
til blindu eygu lótust upp,
so nú mín sál teg sær.

FavoriteLoadingGoym tekstin