Í tær vit hvíla

Orð: Edith Gilling Cherry
Lag: Jean Sibelius, James Mountain
Týtt: Petur William Háberg

1. „Í tær vit hvíla“ – skjøldur vár og verja –
í tíni styrki, tíni eymu trygd,
við tær – ei einsamallir – fram vit herja –
á teg er øll vár vón og styrki bygd.

2. „Í navni tínum“, trúnnar upphavsmaður,
tí navni, sum av øllum nøvnum ber,
tú ert vár rættvísi, vár grundarstaður,
tú dýrdarprinsur, kærleikskongur er!

3. „Í trúgv vit fara“ – sjálvir, áh, so veikir,
vit krevja størri náði dag um dag,
í hjarta trúgvin sigurssong tó kveikir,
í navni tínum herja vit avstað.

4. „Í tær vit hvíla“ – skjøldur vár og æra,
títt stríðið er – tín dýrdin verða skal!
Tá vit um føgru perluportur fara,
er stríðið vunnið – alt í ævir væl!

FavoriteLoadingGoym tekstin