Í tí Kletti, sum brast fyri meg

Týtt: Victor Danielsen

1. Í tí Kletti, sum brast fyri meg,
mín sál nú kann hvíla so trygt;
fyrr var ófriður, stríð
altíð sál míni í,
men nú livir hon glað, uttan frykt.

Niðurlag:
Í tí Kletti, sum brast fyri meg,
er eitt skýli, ein borg fyri meg, fyri teg;
gongur bylgjan enn há,
einki ilt kann meg ná
í tí Kletti, sum brast fyri meg.

2. Í tí Kletti, sum brast fyri meg,
eg lív fyri sálina fekk;
í hans blóði, sum rann,
har eg heilsubót fann
og fekk frið, eg, sum friðleysur gekk.

3. Úr tí Kletti, sum brast fyri meg,
rann frelsunnar streymur hin dag;
eg fekk gleði og troyst,
bundna sál mín varð loyst,
og tí lovar hon Harranum glað.

FavoriteLoadingGoym tekstin