Í tí landinum langt burtur

Orð: Ókendur
Lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Jákup Olsen

1. Í tí landinum langt burtur
eg mær ynskti svínabreyð,
áh, hvør beiskt er har at vakna,
hvør ein synd og skomm og neyð!
Myrkt og dapurt rundan um meg,
bundin í so mangt eitt garn,
vildi eg mín Faðir søkja,
vera trælur, ikki barn.

Niðurlag: Men í heimið inn hann tók meg,
har til fest var sett á borð,
og eg fór til borðs við honum,
eg, sum ynskti trælakor!

2. Ja, langt burturi hann sá meg,
kysti meg og fevndi mær,
tók meg troyttan, syndasjúkan,
elskaði meg, sum eg var;
tá eg játtaði við tárum,
hvussu nógv eg úti har
hevði syndað móti honum,
sonarkor ei verdur var.

3. Men hann vildi einki hoyra
tá av mær um mína synd,
hetta eina bert hann vildi:
Hava meg í húsið inn;
skógvar, ring og dýran búna
fyri skitin pløgg eg fekk,
millum svín eg var har úti,
nú í heiminum eg gekk.

4. So er søgan hjá teim frelstu,
so er Harrans hjartalag;
meg hann frelsti, men hann mátti
døma Jesus í mín stað.
vreiði, myrkur, bann og deyða
leið hann fyri syndina,
hvat mín frelsa hevur kostað,
vísti Gud á Golgata.

FavoriteLoadingGoym tekstin