Í tí stilla kvøldartíma

Orð: Arthur C. Coxe
Lag: Asa Hull
Týtt: Jákup Olsen

1. Í tí stilla kvøldartíma
við tíns hjarta dyr
stendur ein og bankar, bankar
enn sum ofta fyrr;
hoyrir tú ta stillu kallan
djúpt í sál og sinn?
Tað er Andans rødd, sum sigur:
Far og lat tín Harra inn!

Niðurlag:
Lat hann inn,
lat hann inn!
Tað er Andans rødd, sum sigur:
Far og lat tín Harra inn!

2. Deyðin kemur, nú til smáttu,
nú til kongaborg,
hjartans dyr ei steingjast kunnu
fyri hesi sorg;
Jesus bíðar, bíðar, bíðar,
stongd tín hurð tó er,
syrgjandi hann burt sær vendir,
deyðin kaldi ikki fer.

3. Einaferð tú, sál, skalt rópa:
Jesus, lat meg inn!
Tú við portrið har tá stendur,
sál tín tyngd av synd;
nei, tú ov seint tá skalt koma,
tíðin fór sín veg,
Jesus vildi her teg frelsa,
tá hann ikki kennir teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin