Í tí stilla morguntíma

Orð: Levi Joensen
Lag: Asa Hull

1. Í tí stilla morguntíma
talar rødd við meg,
fyllir hjarta mítt við gleði,
sorg og ivi fer.
Krossin hann í trúgv mær vísir,
synd og mistøk við,
Jesus Kristus vann á krossi,
fullgjørt verk gav fullan frið.

Niðurlag: Sálin frí, sálin frí,
eigur Himmalland av náði,
sálin allar ævir frí.

2. Aldri aftur Satan skal meg
fáa til ogn hjá sær.
Frelsuverkið gjørt á krossi,
tað var frelsa mær.
Nú bert er mín størsta tráan,
Harrin koma má,
inn um perluportrið skal hann
leiða meg so trygt og væl.

3. Harrin kallar teg, tú troytti,
kom og frelsu vinn.
Himmallandið enn kann náast,
kom í bátin inn.
Um tín synd er reyð sum purpur,
gerst hon hvít sum snjó.
Kristus doyði her á krossi,
frelsan vunnin er við blóð.

FavoriteLoadingGoym tekstin