Í tíð sum hesi tær nýtst Jesus

Orð og lag: Ruth Caye Jones
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: In times like these

1. Í tíð sum hesi tær nýtst Jesus,
í tíð sum hesi tær nýtst akker.
Ver vísur í – ver vísur í,
títt akker trygt í klettin ankrað er.

Niðurlag: Ja, hesin klettur, hann Kristus er,
og hesin klettur av øllum ber.
Ver vísur í – ver vísur í,
títt akker trygt í klettin ankrað er.

2. Í tíð sum hesi tær nýtst Orðið,
í tíð sum hesi nýtst tín avgerð.
Ver vísur í – ver vísur í,
títt akker trygt í klettin ankrað er.

3. Í tíð sum hesi Jesus frelsir,
í tíð sum hesi er hann akker.
Eitt veit eg vist, eitt veit eg vist,
mítt akker trygt í klettin ankrað er.

Niðurlag: Ja, hesin klettur, hann Kristus er,
og hesin klettur av øllum ber.
Eitt veit eg vist, eitt veit eg vist,
mítt akker trygt í klettin ankrað er.

FavoriteLoadingGoym tekstin