Í tínum navni, Jesus

Orð: Mary B. Peters
Lag: Zerubbabel Wyvill
Týtt: Victor Danielsen

1. Í tínum navni, Jesus, bert
vit savnast skjótt, har sum tú ert!
Og tað er grundin, hví í dag
títt borð er reist á hesum stað;
og tað, vit vilja minnast nú,
er, Harri, tú og eina tú!

2. Áh, Jesus, Harri, í tær er
til fulnar alt, mær nýtist her,
nóg nógv at gera okkum glað,
tú stjørna bjørt á myrkum stað;
hitt eina rós er nakað vert:
Títt blóð, títt blóð til sælu bert!

3. Hvør gleði er at fylgja tær,
men, áh, at vera hjá tær har!
Í fullum máli skalt tú tá
tilbiðjan, lov frá okkum fá;
og tað, vit minnast tá sum her,
títt blóð, títt dýra blóð tað er.

FavoriteLoadingGoym tekstin