Í tøkum tíma

Martin Joensen
Orð og lag: Martin Joensen

Tað var í tøkum tíma
tað var í evstu løtu
tú trein inn um mína gátt
júst sum dagur varð til nátt

Her stóð alt til at rapa
takið um at ríva
glaðustrok um griman fjørð
kavarok um frystan svørð

Eg var handan sýnina
hugdi yvir froysandi hav
eg fór upp á fjallatind
leitaði, tú vart ikki har
rópaði, eg fekk einki svar

Nú makaði hann vindin
nú hvíla pøstar hvirlur
himnaloftið purpurreytt
aldan legst við tryggan klett

Sum tú vart leingi burtur
so drúgt tað var at bíða
tú trein inn um mína gátt
júst sum dagur varð til nátt