Í tólv ár blóðsjúk kvinna

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Lag (2007): Knút Olsen
Viðmerking: Yrktur o.u. ár 2000.

1. Í tólv ár blóðsjúk kvinna
sær søkti heilsubót;
ei nakað kundi linna
ta sváru ilskurót.
Ei muntu pengar her,
nú var hon fátæk vorðin,
øll ogn til læknar borin;
men hon sat sjúk og ber.

2. Tó átti henda kvinna
í síni sál ta troyst:
kann eg bert Jesus finna,
so verður neyð mín loyst;
hann lívsins lækni er,
og fái eg bert komið,
við fald á kappa nomið,
hann undurverk sítt ger.

3. Í hesi trúgv hon kemur
fram til sín frelsarmann,
við klæði hans hon nemur,
ið øllum hjálpa kann.
Straks kendi hann á sær,
at øll hans almátsmegi
varð nýtt á neyðardegi,
– og heilsubót hon bar.

4. Við føtur hans seg legði
nú kvinnan, ið var grødd,
hon allan sannleik´ segði;
straks hoyrdi hon ta rødd:
“Tín trúgv hon frelsti teg,
tú frísk er,” eg tær sigi,
og far nú heim í friði!”
– Takk, kæri frelsari!

5. Oss svárar sjúkur herja,
tær plága kropp og sál;
her máttleys er mong verja,
var viljin enn sum stál.
Í hvørji sorg og neyð
vil Krist tó hjá oss vera
og várar sjúkur bera
í lívi sum í deyð´.

FavoriteLoadingGoym tekstin