Í Trøðum á Sandi

Orð: Alexandur Kristiansen
Lag: Knút Olsen

1. Í Trøðum á Sandi
har veksur eitt træ,
og træið ber fruktir
av alskyns slag:
har finnur tú epli
og drúvur og nøtir
og fikur og perur
og dadlur og røtur.

2. Og sviskur og sólber
og bønir á rað,
rabarbur og blommur
av alskyns slag.
Har vaksa agurkur,
rosinur, sitrónir,
tomatir og ferskur
og fýra melónir.

3. Í Trøðum býr Randi,
og Randi er glað,
tí hon elskar fruktir
av alskyns slag.
So tá ið tað sumrar,
so síggja vit Randi
í trænum, sum veksur
í Trøðum á Sandi.

FavoriteLoadingGoym tekstin