Í trúnni vit heimlandið sjá

Orð: DeWitt Clinton Huntington
Lag: Tullius C. O’Kane
Týtt: Victor Danielsen

1. Í trúnni vit heimlandið sjá
við lívsins ta glitrandi flóð,
har tey heiløgu hørpurnar slá
til songin um Frelsarans blóð.
Uppi har, uppi har,
áh, minnist til heimlandið har!
Uppi har, uppi har, uppi har,
áh, minnist til heimlandið har!

2. Mangan vinin vit minnast, sum her
kendi Jesus og elskaði hann,
sum nú klædningin snjóhvíta ber
og sín Frelsara tilbiðja kann.
Uppi har, uppi har,
áh, minnist til vinirnar har!
Uppi har, uppi har, uppi har,
áh, minnist til vinirnar har!

3. Vit vita, at Jesus er har,
at hans andlit har altíð tey sjá;
tú ófrelsti, skunda tú tær
ein stað í tí landi at fá!
Uppi har, uppi har,
áh, minnist, at Jesus er har!
Uppi har, uppi har, uppi har,
áh, minnist, at Jesus er har!

4. Og Jesus skal koma nú brátt
at taka tey elskaðu øll,
sum trúnna á hann hava átt,
til sín í ta himmalsku høll.
Uppi har, uppi har,
vit finnast nú skjótt uppi har!
Uppi har, uppi har, uppi har,
vit finnast nú skjótt uppi har!

FavoriteLoadingGoym tekstin