Í ungdómi stóð

Orð: Andreas Fibiger
Lag: L.M. Lindeman
Týtt: Líggjas Húsgarð

1. Í ungdómi stóð
mær verðin so ljós og so lokkandi góð,
til Harran bert sjálvdan eg vendi mítt sinn,
tí veikt var mítt kjøt, tá ið syndin slapp inn.
Tey orð um Guðs Son, um Hans kross og Hans deyð,
so tóm hoyrdust tey!

2. Men Guð stórur er,
Hann finnur væl veg til hvønn syndara her;
Hans náði er trúføst, hon gloymdi meg ei,
Hann fann meg til síðst har á villini leið;
Hann fann meg og bar meg úr vantrúnnar neyð,
sum hirðin sín seyð.

3. Men fyrst kom ein tíð
við ótta og iva og ófriði í;
í mær bert ein avgrund av synd var at sjá,
og hóttandi Guðsboðið yvir mær lá;
tá fátækur var eg, ei hjálp var í nánd,
ei frelsandi hond.

4. Tá hoyrdist ein rødd,
og tá fann eg frið, og mín sál hon varð grødd:
“Hví bert tú tann ótta um syndara neyð?
Lít tú tó á Hann, sum leið syndara deyð,
á Jesus, tín Harra, sum boð tær jú ber:
Síggj, fullgjørt tað er!”

5. So er tað tá vist,
eg frið havi funnið í Tær, Harri Krist!
So tori eg trúgva, at Guð elskar meg,
at Jesusar blóð mína synd sónaði.
Eg halli meg at Tær, eg falli á knæ
við Golgata træ.

FavoriteLoadingGoym tekstin