Í upphavi var orðið fyrst

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Valdimar Briem
Lag 1: Upp, skepna hver, og gøfga gløð
Lag 2 (2007): Knút Olsen
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

1. Í upphavi var orðið fyrst,
tað orð var Gudi hjá.
Tað orðið er vár Harri Krist,
:,: ið føddist foldum á. :,:

2. Hann var tað lívsins ljósið bjart,
ið lýsir upp hvønn mann;
men manna myrkrið var so svart,
:,: tað tekti ikki hann. :,:

3. Hann kom til síni, bar sín frið,
hann kom við hjálp og náð;
men ei tey vildu kennast við
:,: sín vin, hans hjálparráð. :,:

4. Men tann, ið tekur honum við
og hýsir Drottin Krist,
fær náð og sigur, heiður, frið,
:,: í himni innivist. :,:

5. Her sonur Guds sum lívsins orð
tók á seg mannahold;
vit fingu aftur barnakor
:,: og heiðra hann á fold. :,: