Í urtagarð Hans komi eg

Victor Danielsen
Orð og lag: C. Austin Miles
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: He walks with me and He talks with me

1. Í urtagarð hans komi eg,
meðan døgg á rósum enn hongur;
mínum oyra nær
kemur rødd hans har –
Guds Sonur hjá mær gongur.

Niðurlag: Hjá mær gongur hann,
við meg talar hann,
og har vin sín kallar hann meg;
og ta hvíld, ið tá
fellur hjartað á,
hjá honum bert finni eg.

2. Hann talar, og rødd hans er søt;
onnur ljóð tykjast fátæk, følnað;
rødd hans gleði ber,
sum í hjartað fer
og aldri burt kann kølna.

3. Við honum har dvølja eg vil,
um so náttin á meg skal falla;
men hann biður meg
fara fyri seg
tey vilstu heim at kalla.

FavoriteLoadingGoym tekstin