Í vandaferð á hvørji leið

Hans Adolph Brorson
Orð: Hans Adolph Brorson
Týtt: Jákup Dahl

1. Í vandaferð á hvørji leið
má sál mín altíð teinkja,
at fíggindin víst sparir ei
við fjøtrum meg at leinkja;
hans svik á hvørjum veg
í váða villa meg,
so lætt eg við hvørt fótspor gleið
í vandaferð á hvørji leið.

2. Í neyðarferð á hvørji leið
eg móti synd skal stríða;
eg undan revsing sleppi ei,
men skal í toli líða;
í toku villist eg,
ei hómi føran veg,
tá er mær gøtan ikki greið
í neyðarferð á hvørji leið.

3. Í deyðaferð á hvørji leið
brátt Guð meg heim kann kalla;
eg kenni ei mítt æviskeið,
ei stund eg frá skal falla;
so lítið til her skal
at enda dagatal,
so inn um heljargrind eg steig
í deyðaferð á hvørji leið.

4. Í einglalag á hvørji leið,
teir munnu væl meg varða,
alt fjandans herlið vinnur ei
á halgum kappaskara;
hann er mín trygga borg,
tí fari sút og sorg,
mær hár á høvdi skalast ei
í einglalag á hvørji leið.

5. Við Jesu lið á hvørji leið
skal øll mín ævi líða;
hann mær í trongdum sleppir ei,
men hjálpir mær at stríða;
har sum hans fótspor er,
eg haldi míni ferð,
um sálin møddist, grátur sveið,
við Jesu lið á hvørji leið.

6. Í himnaferð á hvørji leið
hav, sál mín, treyst og gleði,
halt hagar, synd meir skaðar ei,
og endast neyð og tregi!
Gloym heimsins gull og gleim,
ei sælan er í teim!
Øll verøldin mær hugar ei
í himnaferð á hvørji leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin