Í Vesturhavi har liggur eitt land

Orð: Simon Michael Zachariasen
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: Vísulag (“Tá eg verði stórur” ella “Nú liggur ein kavafonn”)

1. Í Vesturhavi har liggur eitt land
– væl gyrt við streymar og báru –
við brøttum líðum frá fjalli til strond.
– So fagurt skínur sól her um várið. –

2. Um hetta landið væl lítið er,
– væl gyrt við streymar og báru –
tó evnini góð tað í sær ber.
– So fagurt skínur sól her um várið. –

3. Og móðurlandið tað virða vit høgt,
– væl gyrt við streymar og báru –
tí vilja vit veita tí ta bestu røkt.
– So fagurt skínur sól her um várið. –

4. Her vilja vit byggja ta føstu høll,
– umgyrt við streymar og báru –
her vilja vit stroya ta vænu mjøll.
– So fagurt skínur sól her um várið. –

5. Her vilja vit fremja tann forna sið
– um gyrt við streymar og báru –
og móðurmálið sum fyrsta mið.
– Tá fagurt skínur sól her um várið. –

6. Upplýsingarljósið vit seta til skjals
– lat ýla streymar og báru –
so tað kann glitra frá dølum til fjals.
– Tá fagurt skínur sól her um várið. –

7. Tí leggja vit megi til viljans verk,
– lat ýla streymar og báru –
bróðursemjan ger evnini sterk.
– So fagurt skínur sól her um várið.

FavoriteLoadingGoym tekstin