Í viðalundi

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Dan J. Højgaard

1. Nú trívur vindur í tríggjakrúnur,
so leyvið flagsar sum gráa hárið
á gomlum fólki í nógvum vindi
– nú hallar árið.

2. Nú spenna flytfuglar sterkar veingir
og lyfta upp seg frá gráum strondum
og stevna høgt yvir berum teigum
mót heitum londum.

3. Nú er so berligt í viðalundi
við heystarlitum ímillum heyga,
har hvítar oknir við ungum flóta
á tjarnareyga.

4. Eg sá tær spenna teir skerdu veingir
og flagsa vitleyst ein heystdag kláran
og toyggja hálsar mót flytifuglum
og láta sáran.

5. Eg skilji væl, tá í sálarangist
hann verður spentur hin vongur veiki
eg goymi sjálvur ein dreym, sum aldrin
varð veruleiki.

6. Nú spenna flytfuglar sterkar veingir
á ferð har himin er altíð háur
– nú kenni eg meg so hjartans eina
sum aldrin áður.

FavoriteLoadingGoym tekstin