Í Würzburg ringir hvør klokka til fest

Orð: Thor Lange
Lag: Peter Erasmus Lange-Müller
Týtt: Rikard Long
Viðmerking: Upprunaliga týsk fólkavísa.

1. Í Würzburg ringir hvør klokka til fest.
Í Würzburg hugar mær genturnar best.

2. Har løkirnir tutla við dalsins krók,
har gongur hon, ið sinni mítt tók.

3. Og løkirnir verða tann dunandi á –
tað hjálpir mær einki: eg unna teg má.

4. Og áin rennur í brimsalt hav,
har rennur við hvørt orð, tú mær gav.

5. Hundrað orð og lyfti sjey,
eitt sindur av falsni væl goyma tey.

6. Tó vart tú genta mín eina tíð. –
Tí gevi Gud tær forløg blíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin