Íðin gakk ta smølu leið

Orð: Ókend/ur
Lag: Ludvig van Beethoven
Týtt: Victor Danielsen

1. Íðin gakk ta smølu leið,
um enn tyngjast ferðir!
Fyri hvørt eitt møðsamt stig
sterkari tú verður.
Tá ið byrðin tung tær er,
og títt mót vil falla,
nær er Jesus, Frelsarin,
vilt á hann tú kalla.

2. Er enn sterkur fíggindin,
sigur Jesus veitir;
styrki sendir hann tær, tá
bardagin er heitur.
Jesus tær jú sigur vann,
fyri teg hann doyði;
frelsuverk hans leggja skal
fíggindan í oyði.

3. Sæst á Himli sólin ei,
dimmist hann av skýggjum,
Jesus vera vil títt ljós,
kraft tú fært av nýggjum;
skjótt skal eftir orði hans
aftur dagur lýsa,
og ein dag skal fyri tær
ævigt sólin rísa.

FavoriteLoadingGoym tekstin