Ígjøgnum Jerúsalems gøtur

Victor Danielsen
Orð: Victor Danielsen
Lag 1: S.D. Goodale, Jens Guttesen

1. Ígjøgnum Jerúsalems gøtur
ein maður blóðsligin fer;
bert hatur og háð honum møtir,
ein kross á herðum hann ber;
teir tornir hans høvur særa,
hann fer til kvølfullan deyð;
hvat fær hann tann veg at fara? –
Hann minnist okkara neyð.

2. Í urtagarðinum lá hann,
og sveittin blóðigur fleyt,
ónevnilig ræðsla gekk á hann,
og náttin inn á hann breyt;
men tó at hann hoyrist klaga
í angist til Faðir sín,
ei vil hann seg undan draga –
hann minnist til tín og mín.

3. Tó tyngsti tímin var eftir:
Tá hann á krossinum hekk,
tá hann av Guds vreiði mettur
í myrkri deyðstingin fekk;
mín Gud, áh, hví fórt tú frá mær?
Eitt róp gjøgnum loftið skar;
tann tyngd, tann kvøl, hann bar á sær,
tað byrði okkara var.

4. Hann okkara synd vildi bera;
hvat tykist tær nú um hann?
Skal sál tín bjargað nú verða,
tí blóð hans fyri teg rann?
Krossfest hann! róptu teir forðum;
men svara tú ikki tað!
Hann kallar við kærleiksorðum –
tak tí mót honum í dag!

FavoriteLoadingGoym tekstin