Orð og lag: Björn Afzelius
Týtt: Steintór Rasmussen
Tá eg hugsi um barnadagar mínar
Er tað ræðumyndir, ið eg minnist best
Og tær løtur, eg varð bukaður og bangin
Í huga mínum, mangt seg hevur fest
Tí sum barn tú vilt taka fyri givið
At í kærleika skapast tín verð
Men tann dagin, tú skalt stíga út í lívið
Ert tú sum eitt friðleyst dýr á tíni ferð
Standa vaksin har og peika tær á vegin
Hava meiningar og vilja seta mið
Allir dreymarnir og teirra brostnu vónir
Skulu fremjast í tær og fylgja við
Ert tú lýðin fært tú rós og allan heiður
Í uppreistri missir tú alt
Ongin elskar eitt barn, sum ikki eydnast
Ongin elskar eitt barn, sum er frælst
Men hvør megnar av røttum at vita
Hvat rúmast, hvat skapast vit til
Hvor kann beina ein fram til eitt eydnurikt liv
Hvat menniskja evnar og vil
Lat tínar blómur festa rót i góðum lendi
Og lat plantur tínar grógva vilt og vítt
Tí í vakstarhúsi saknast sól og vindur
Í náttúruni tær kunnu vaksa fritt
Tey, tú elskar, skulu at royna sínar veingir
So tey einaferð finna sítt flog
Sum tú virðir tíni egnu tú vilt sanna
At tey eisini vilja virða teg so

