Ikki ein spurvur fellur, uttan at Guð veit av

Orð og lag: Ingeborg Prytz Fougner
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ikki ein spurvur fellur, uttan at Guð veit av;
ikki eitt lív man slokna tí at Guðs eyga svav!
:,:Ikki ein blóma følnar, ikki tað tárið rann,
uttan at Guð veit um tað – og til Hans hjarta fann.:,:

2. Trúgv tí, tá stormur herjar blaðleysu vetrartrø,
trúgv tí, tá brimið brýtur niðan í urð og bø!
:,:Trúgv tí, tá tú so særdur, gloymdur og royndur ert,
trúgv tí, tá heilt áleina tú tína byrðu bert.:,:

3. Trúgv tí, tá alt man svíkja, alt tykist myrkt og svart;
trúgv tí, tá ið tú missir alt, sum tær her er kært!
:,:Trúgv tí, tá vón øll sloknar: Ein tó er handan sýn,
Hann sær hvønn spurv, sum fellur! – Tak hetta orð til tín!:,:

FavoriteLoadingGoym tekstin