Ikki enn – so sigur tú

Týtt: Petur William Háberg

1. „Ikki enn“ – so sigur tú,
sum Andin kallar, dregur nú.
Áh, minst, at verða kann ov seint.
Tó at tú ei tað hevði meint.

Niðurlag:
Kom til Jesus, kom í dag,
eymt í náði kallar hann.
Kom í dag, áh, kom í dag,
so skjótt ov seint tað verða kann!

2. „Ikki enn“ er mangan sagt,
tá undan Andans sterku makt
ein vaktur syndari seg bar –
og honum tað til deyða varð!

3. „Ikki enn“ – áh, sig ei so,
nú sál tín hoyrir lívsins boð.
Tí fær hann einans hetta svar,
so fer við sorg hann burt frá tær!

4. „Ikki enn“ – sig ikki tað.
Í dag er tíð at svara ja.
Tí svarið nú – tú veitst tað væl –
um allar ævir galda skal.

FavoriteLoadingGoym tekstin