Ikki faðirleysir, so tú segði jú

Lag: George F. Root
Týtt: Victor Danielsen

1. Ikki faðirleysir, so tú segði jú –
takk, áh, Jesus fyri hetta orð!
Ikki faðirleysir, syng, mítt hjarta nú!
Hirðin reiðir fyri tær eitt borð.
Tó bert trongd og armóð er hjá mær,
eigi eg ein Faðir, sum er nær,
nær, tá trúgvin sigrar, og tá mótið sveik,
ber meg, tá mín sál er troytt og veik.

2. Er mítt hjarta sorgfult, hann tó uggar meg.
Gevur sína gleði og sín frið;
snávar fótur mín, hann til mín boyggir seg,
sendir ljós og kraft og vísdóm við.
Og um hart hann revsar manga ferð,
hvørt eitt slagið tó í náði er;
stað í sínum ríki lovaði hann mær,
lut í øllum, sum hann eigur har.

3. Og tá heim eg komi, faðirhúsið í,
sum ein droymandi eg verði tá,
tá úr sorgum loystur, fríur fyri stríð,
har í ljósinum eg klárt skal sjá
hann, sum meg til deyðan elskaði,
sum á krossinum seg ofraði;
inn at sínum hjarta skal hann leggja meg,
honum sjálvum líkur verði eg.

FavoriteLoadingGoym tekstin