Ikki hvør, sum sigur: Harri, Harri

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: Leitandi gekk mangur um á foldum

1. Ikki hvør, sum sigur: Harri, Harri,
sleppur inn um Himmiríkis gátt!
Skriftin álvarsamt um hetta talar
og ávarar: Minst til konu Lot!

2. Einaferð Guðs Fólk við lovsangstónum
úr Egyptalandi fóru út,
men í oyðimørkini tey fullu
vegna hjartans harðleika mót Guð!

3. Ein dag kom ein ungur, ríkur maður
fyri Harran Jesus fram hann steig;
men hann vildi ikki gjalda prísin,
syrgin gekk hann burtur sína leið!

4. Á, hvør ringt tað er hjá einum mætum
her at boyggja seg við Golgata!
Og hvat batar manni heimin vinna,
um hann bøta má við síni sál?

5. Eingin setir eina bót av vaðmal,
sum er ótøvt, á eitt gamalt plagg,
hon bert ger, at skaðin verður størri,
og bert veldur ónøgd, stríð og agg!

6. Tú, sum trýrt, men ei teg letur doypa,
letur jarða syndarinnar spor,
og tú doypti, sum enn holdsligt livir,
støðugt tú vanvirðir Harrans Orð!

7. Jarðarinnar salt tey frelstu eru,
men um saltið missir sína kraft,
sig, við hvørjum kann tá verða saltað?
Burtur er tann kraft, tað hevur havt!

8. Einaferð í brúdleyp kom ein maður,
sum ei røttu brúðarklæði bar!
“Vinur, hvussu ert tú inn her komin?”,
varð hann spurdur – og út rikin varð!

9. Mong hin dagin fyri Harrans Trónu
stíga fram: Vit gjørdu undur stór
í Tínum Navni – tó skal Harrin svara:
Farið burt, Eg kenni tykkum ei!

10. Ja, eitt sinn skal mannaættin savnast
Dómsins Dag, tá Guð skal halda dóm!
Hann tey glataðu í myrkrið stoytir,
bjóðar frelstum inn til veitsluróm!

11. Kæra sál, man alt nú væl til standa?
Ert tú tváað Lambsins blóði í?
Kom, tú tysti, drekk av Lívsins Keldu,
yvirum frá deyðanum nú stíg!

12. Sæl tey eru sum her hungra, tysta
eftir rættvísi at eiga lut;
sæl tey miskunnsomu, hjartareinu,
tí tey ævigt síggja skulu Guð!

FavoriteLoadingGoym tekstin