Ikki tú óttast mást

Orð: Árni Jacobsen
Lag: George J. Elvey

1. Ikki tú óttast mást,
tí Harrin er tær nær.
Hann sær tín veg og tíni tár,
og hann skal hjálpa tær.
Um torfør gøtan er,
so hevur hann tað sæð.
Tá tíðin kom, varð myrka nátt
brátt vend til ljósan dag.

2. Hevur títt hjarta sorg,
um sinnið byrðar ber,
ei óttast meir, legg byrði av,
tí Harrin loðsur er.
Hann er á hvørjum stað,
úr vanda hjálpa kann.
Hans verk tær signing bera skal,
um bert tú lýðir hann.

3. Hægri enn hugsan tín
er vegur hans og ráð,
á vegi hans tú stundum her
tó ongan útveg sá.
Men Harrans hondum í
hvør vandi vunnin varð.
Hann stríðið greiðir fyri teg,
og hvíla unnist tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin