Ílatin svart

Orð & lag: Ola Nordskar
Týtt: Steintór Rasmussen

Tú hevur hugt men ikki spurt meg hví
Um tey klæðini eg altíð gangi í
Men áðrenn tú fært munnin upp
Tú svarið frá mær fært
Hví eg altíð lati meg í svart

Eg lati meg í tað sum lívið beyð
Foreldraleys og fólk sum líða neyð
Tey seku og tey óseku
Sum hava roynt tað svørð
Sum líkasælan brýndi her á jørð

Eg lati meg í fyri øllum teim
Sum fongslað sita nú kring allan heim
Og tey sum lótu lív óvitandi hvønn lut
Tey spældi fyri sítt føðiland og Guð

Og í kirkjuni vit sótu sunnudagsfín
Við lovsongi, áh verði vilji tín

Tú svarar mær sum fólk tey gera flest
Hjá mongum tykist lívið meiningsleyst
Men verðin gerst ei betri
Títt mótmælið er fongd
Og svartskygni ei broytir nakra gongd

Men hoyr mín vinur ynski mítt tað er
At mála eina fagurlitta verð
Tín glæstrimynd skal framkallast
So kanska at tú sært
At veruleikin tónast út í svart

Til tann dagin sama svarið frá mær fært
Hví eg altíð lati meg í svart …

FavoriteLoadingGoym tekstin