Illlýsi í november

Orð: Ebba Munk Pedersen
Lag: Pia Raug
Týtt: Helgi í Brekkunum

1. Eg liti ljósið blátt,
liti sól á mína gátt.
Eydnuvón mín hugan floymir,
og eg vetrarmyrkrið gloymi.
Hóast ódn, um vár eg droymi.
Eg liti ljósið blátt.

2. Eg liti ljósið gult.
Firvaldssól mín flúgv í duld,
set teg so á hendur mínar.
Tungir, vátir dagar dvía.
Mai nú kvøður vísu sína.
Eg liti ljósið gult.

3. Eg liti ljósið reytt
gevi lív tí, ið er deytt.
Henti hóp av baldursbráum,
smæru, hvonn og summardáum.
Livi nú í løtum smáum.
Eg liti ljósið reytt.

4. Eg liti ljósið grønt,
djúpt og kølið, fløskugrønt.
Tendri ljós, tá myrkrið sígur
gloymi rukur elli býður.
Vóni, at mín spegil lýgur.
Eg liti ljósið grønt.

5. Eg liti ljósið hvítt.
Úlvatíð, tú kravdi títt.
Keypti russiskar melónir
fyri mínar síðstu krónur.
Hoyr Vivaldi spælir tónar.
Eg liti ljósið hvítt.

6. Eg liti ljósið bjart
liti ljós har, fyrr var svart
Nú eg havi úr at gera.
Veturin so vatan beri.
Hann til teirra hongdur verður.
Eg liti ljósið bjart.

FavoriteLoadingGoym tekstin