Ímillum boðar, brot og sker

1. Ímillum boðar, brot og sker
so vandafull er lívsins ferð,
um krappan strong og streymhart sund
má sálin strevast manga stund.

2. Eg stevna vil mót himlagrind,
men rekist fyri vág og vind.
O, faðir, tak um stýrisvøl
og bjarga míni neyðar fjøl.

3. Tú ert mín hjálp á lívsins leið,
og aðra hjálp mær tørvar ei,
hvat kann á fold meg saka, tá
algóði Guð mín er mær hjá!

4. Er tung og stór enn misgerð mín,
tó størri, Guð, er miskunn tín,
tú ert mín styrki og mítt skjól,
mín troyst, mín vón, mín lívsins sól.

5. Tá nærkast skal mín síðsta stund,
Guð, lat meg gleðast til tann fund,
eg míni frelst hjá tær skal sjá
og aldri teimum skiljast frá.

Mikkjal á Ryggi

FavoriteLoadingGoym tekstin