Inn í gyltan sal

Orð: Katharine E. Purvis
Lag: James M. Black
Týtt: Victor Danielsen

1. Inn í gyltan sal
millum eingla tal
skjótt tey frelstu ganga inn;
gloymd er sorg og sút,
krúnur býtast út,
tá tey frelstu ganga inn.

Niðurlag:
Tá tey frelstu ganga inn,
tá tey frelstu ganga inn,
gleðisongurin skal ljóða gjøgnum Himmalin,
tá tey frelstu ganga inn.

2. Vinir skiltust her,
men ein fundur er,
tá tey frelstu ganga inn;
Guds børn út loyst tá
skulu hørpur slá,
tá tey frelstu ganga inn.

3. Hvør ein tunga fró
syngur takkarljóð,
tá tey frelstu ganga inn;
loyst úr sorg og neyð
sameint syngja tey,
tá tey frelstu ganga inn.

4. Lambið doyði her,
men hann heiður ber,
tá tey frelstu ganga inn;
honum prísa øll
gjøgnum høgu høll,
tá tey frelstu ganga inn.

FavoriteLoadingGoym tekstin