Innanvert ella uttanvert?

Orð og lag: J. A. Hultman
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Innanvert ella uttanvert?
Syngjandi spyrja eg má:
Innanvert ella uttanvert,
hvar skalt tú standa tá?

Niðurlag: Innanvert ella uttanvert
Brúdleypssalin ein dag?
Innanvert ella uttanvert?
Sjálvur tú avger tað!

2. Rópið út yvir heimin fer:
Brúðgómurin er nær!
Einglaskarin um Trónuna,
hoyr, hvat hann syngur har:

3. Út gjøgnum Portrið frá Himnasal’
streymar Guðsljósið út;
uttanvert fellur tær neyð og kvøl,
myrkur og glatan í lut.

4. Brúðurin hvítklædd um Portrið fer,
stígur við gleði inn;
nú fær hon løn fyri alt sítt stríð,
syngur við glaðum sinn:

Niðurlag: Innanvert, ja, innanvert
Brúdleypssalin ein dag!
Innanvert, ja, innanvert
Jesus mær vann ein stað!

5. Portrið fer aftur, og uttan vón
bankar ein skari á;
rópar: Harri, lat upp, lat upp!
– Men tað ov seint er tá!

6. Á, so svikin tey vóru øll,
– kennir tú ein av teim’?
Sløktar lampur og útbrend, sør,
elskaðu henda heim.

7. Innanvert ella uttanvert?
Á, um tú steðga tó vilt!
Herð ei hjartað nú Andin her
kallar á teg so milt.

Niðurlag: Innanvert, ja, innanvert!
Hoyr, lýð á lovsangin mín:
Innanvert, ja, innanvert
har verður lutur mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin