Innast í sál eg ein longsul beri

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Lars K. Vig
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur um jólahalguna 1978.

1. Innast í sál eg ein longsul beri:
leið tú meg nærri at tær!
Harri, tú lat meg í stríðnum sjá
arvin, sum tú goymir mær.
Syndin meg nívir og Sátan tølir
– leikar sítt friðleysa lag;
men, tøkk, at eg seta kann byrðina av
– inni við krossins træ.

2. Stríðið eg kenni og svárar stundir,
stúran og ivan í mær.
Tá koma Frelsarans orð til mín:
náðin er nóg mikið tær!
Skuldin er strikað og syndin kvittað
– rikin sum roykur avstað.
Ja, takk, at tú gavst mær eitt hvíldarstað
– inni við krossins træ.

3. Tá ið mín Jesus á krossi doyði,
doyði hann við fyri meg.
Hann vil so fegin, at tú í dag
stígur á himmalsins veg.
Ogn tín tann æviga frelsa er,
– bert tú teg boyggir í dag.
Og tá skal tín útmødda sál finna frið
– inni við krossins træ.