Tá ið myrkast var náttin, ódnin herjaði á

Orð og lag: Mosie Lister
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: ‘Til the storm passes by

1. Tá ið myrkast var náttin, ódnin herjaði á,
eg mítt andlit tá fjaldi, einki skjól var at sjá.
Eg úr storminum rópti: „Harri, aldri tú svav,
varða meg, inntil ódnin er av.

Niðurlag: Inntil svunnin er náttin, inntil ódnin horvin er,
blikalogn er um land og víða hav,
halt mær tætt við títt bróst,
inntil aftur verður ljóst,
varða meg, inntil ódnin er av.

2. Mangan Satan meg treingir: „Hví vilt tú halda á?
Tí ei enda vil sorgin, eingin vón er at sjá.“
Men eg veit, tú ert við mær, og brátt flyta eg skal,
har í ævirnar alt verður væl.

3. Tá ið náttin er liðin, ódnin horvin so vánd,
eg tín nærleika njóti á tí friðfullu strond,
har ei stormarnir ýla, og ei sól fer í kav,
nær hjá tær, tá ið ódnin er av.

FavoriteLoadingGoym tekstin