Isabelle

Orð og lag: Svøríki Björn Afzelius
Týtt: Steintór Rasmussen

Sólin skínur, har tú fer
Hagin vakrar blómur ber
Um tú ynskir skal eg tøma áírnar
Tað, tú nemur, kennur frið
Jørðin hvílir tær við lið
Um tú ynskir skal eg slætta bylgjumar
Isabelle

Hetta lívið gav eg tær
Fyrstu løtu hjá tær var
Um tú ynskir skal eg kveikstra vindin burt
Farin dagur verði eg
Tú ert framtið fyri meg
Um tú ynskir skal eg sløkkja stjørnurnar
Isabelle

Eg kundi førkað skýggini
Rikið burtur ælini
Fyri løtur í nærveru tíni
Fløva kavafannirnar
Svala oyðimørkirnr
Tí kærleiki tín gevur styrki
Isabelle

FavoriteLoadingGoym tekstin