Ísland

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Ja, vi elsker dette landet
Viðmerking: Yrktur tá ið Ísland í 1918 gjørdist sjálvstøðugt ríki við kongi í felag við Danmørk.

1. Frítt tú vart í fornum tíma
fagra jøkilsland,
eingin orkaði at gríma
Ingolvs ætt í band;
hetjur hevjaðu á tingi
hátt sítt fríða mál,
teir frá fedrum høvdu fingið
frælsishug í sál.

2. Fríir Íslands synir sygldu
snekkjur yvir sjó;
høldar kongsins merki hildu,
har ið svørðsríð stóð;
brugðu væl teir bitru eggjar,
brutu skjaldargarð,
mettir fremstir millum seggja,
magn í dreingjum var.

3. Rómur út frá jøkilsrondum
rungar yvir vág;
lovdungar í fjarum londum
lýddu drápur á;
langar øldir hevur livað
ljóð, ið skaldið kvað;
søgan forn, í skinnbók skrivað,
skreyt er enn í dag.

4. Stolt tú stendur enn sum áður,
stimburmikla tjóð,
goymdar eru mentar gávur,
geisla yvir sjó;
undur tykir øllum monnum
andi tín og verk;
flótt er undir køldum fonnum,
fáment tjóð er sterk.

5. Lýsi vítt um tún og tindar
tungl og gylta sól,
láti blítt í leyvi vindar,
leiki frískt um hól;
blaktrið merkið bjart um landið
blátt og reytt og hvítt;
gjøgnum allar ævir standi
Ísland sterkt og frítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin