Ivandi sál, sum hvílu ei fann

Orð og lag: Ókendur
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Ivandi sál, sum hvílu ei fann,
undrast um Harrin elska teg man;
leitandi gongur, finnur ei frið,
burtur er gleðin og sangur tín við.

Niðurlag: Hann ávegis er, ja, Hann ávegis er,
Jesus tín Frelsari ávegis er.
Far Honum á møti sum biddarin hin,
tú tá Hann skalt sanna sum frelsara, vin.

2. Marta, Maria syrgjandi tær
vænta og bíða – sakna eitt svar!
Men so kom Jesus, tá myrkast sá út,
broytti til gleði trega og sút.

3. Jesus teg kennir, tú sum á Hann trýrt,
Hann kennir tín trega, Hann veit hvar tú býrt;
søkjandi sál Hann teg tekur í fang,
har sum Hann kemur gerst sorgin til sang.

FavoriteLoadingGoym tekstin