Ivi í huga tungur er

1. Ivi í huga tungur er,
nívir á sálina mína,
vónloysi hjartanum hann ber,
gleðina burtur at týna;
aldri eg veit mær greiðan veg,
altíð kann toka villa meg,
hvør kann mær leiðina vísa?

2. Um enn so heimsins leið er døkk,
vandafull, torfør at ganga,
um enn mong vónin sundur støkk,
sálin av iva var fangað, –
tó skínur gjøgnum myrkrið alt
ljósið hitt skæra heitt og balt,
skínur til veraldar enda.

3. Ljósið er Harri Jesus mín,
hann vísir vegin hin góða;
hann býður øllum heim til sín,
orð hans so blídliga ljóða:
«Menniskjan troytta, her er havn,
útmødda sál, kom í mín favn,
hvíldina vil eg tær geva.»

4. Jesus mín! lat tú hesi orð
altíð í hjartanum finnast;
hvørja ferð tung mær gerast spor,
lat meg á kærleik tín minnast;
lættliga fellur verk mítt tá,
vónloysi víkur mær ífrá,
ivi for trúgv tá má lúta.

5. Trúgvin í huga gleði ber,
lyftir upp sálina mína,
vónloysi mær úr hjarta fer,
sorgin for gleði má dvína;
altíð eg veit mær greiðan veg,
aldri kann toka villa meg,
Jesus mær leiðina vísir!

Símun av Skarði

FavoriteLoadingGoym tekstin