Ja, lív og kærleikur lið um lið

Orð: J.P. Gregoriussen
Lag: Í Føroyum er hart um vetrartíð

1. Ja, lív og kærleikur lið um lið
so vinaliga framganga,
og gleðin fer fram í søtum frið’
hjá føroyskum summars anga.

Her er tað land, sum mær hóvar.

2. Ja milt, ja milt her summarið er,
hvør fjallatindur hann glitrar,
og pollamjørkin um líðirnar fer,
og támið við strendurnar titrar.

3. Gongur tú fram við reyn ella vøll,
so ljóðar har fuglasongur.
Lógvin hon titar so bringubrøtt
og eltir teg, hvar tú gongur.

4. Neytini vaða mýrar um legg,
so vatnið um bøgirnar slettir,
og lambið sleikir ta glinsandi døgg,
har nálin úr mosanum sprettur.

5. Seiður og sild um strendur og sker,
og upsi um grunnarnar springur,
tann stóri hvalur um sjógvin fer,
í luft flýgur fuglaringur.

6. Alt andar lív, natúrin er blíð
á sjógvi so væl sum á landi.
Alt gongur so lætt, øll anda so frí
sum loyst úr tyngsils bandi.

Her er tað land, sum mær hóvar.

FavoriteLoadingGoym tekstin