Ja, sig honum takk

Orð: Victor Danielsen
Lag: Norra Ludvig Mathias Lindeman

1. Ja, sig honum takk,
mín sál, honum lova, sum fyri teg drakk
ta skálina beisku, av vreiðini full!
Tí ei varð eg keyptur við silvur og gull,
nei, blóðið, sum niður av krossinum fleyt,
tað leinkjurnar breyt!

2. Mín tunga skal nú
tær veita ta æru, áh, Jesus, at tú
ert eina mín frelsa, mín skjøldur, mín sól,
mín borg og mín klettur, mín verja, mítt skjól!
Tú bjargaði vrakinum, áðrenn tað sakk –
eg sigi tær takk!

FavoriteLoadingGoym tekstin