Jarðareygað

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Kári Bæk

1. Jørðin drýpur høvur niður,
dimmist longu millum heyga,
lágt í vestri letist aftur
troytt av degi jarðareygað.

2. Eina løtu enn í havsbrún
loga fjarar deymalindir
undir tungum eygnahvarmi
– dagsins síðstu, dýru myndir.

3. Men so evsti sólargeislin
undan eygnaloki dregur,
eygað fellur í, og jørðin
undir kvirrum stjørnum svevur.

FavoriteLoadingGoym tekstin