Javnt vit treingja til at biðja

Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: Henrik Rung (Fyrigev oss syndir várar)

1. Javnt vit treingja til at biðja:
«Leið í freistingar oss ei.»
Einans Guð vár kann oss styðja,
manga ferð vár fótur gleið;
mangur lágt í feni lá,
vildi reisa seg upp frá,
royndi mátt sín, einki batti,
fyrr enn hond Guð honum rætti.

2. Illimaður er til reiðar,
hava vil hann okkum øll,
lokkar oss á gøtur breiðar,
lovar gleim og glæstrihøll.
Faðir góði, ver tá nær!
Rek hann, rek hann burt frá mær!
Fastatøkur vil hann fáa,
lat hann ikki at mær náa!

3. Ríkidømis svikaræði,
hugmóðs skilaleysa trá,
øvund, girnd og ilskubræði,
lygn og svik og hat og háð,
hvørt um annað trokar inn;
styrk tí, Guð, várt veika sinn!
Vantrúgv er tað alraversta,
vinnur hon, má vón øll bresta.

4. Lat títt sanna orð oss lýsa!
Vend til tín vár hug og trá!
Heljarlystir høvur rísa,
lat teir onga framgongd fá!
Lepa sundur Sátans gørn!
Verj oss væl tey smáu børn!
Varðveit bæði ung og gomul!
Leið oss lívsins veg øll somul!

FavoriteLoadingGoym tekstin