Jens Jógvansson

Orð: Robert Burns
Lag 1: Hanus G. Johansen
Lag 2: Fólkalag
Lag 3: Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt
Lag 4: Nú fiskur er á grunnunum
Týtt úr skotskum: Poul F. Joensen

1. Jens Jógvansson, mín vinur Jens,
tá fyrst vit sóust, vit,
títt hár bar ravnalitur á,
títt enni uttan slit.
Nú hvítt sum snjó er hárið, Jens,
á enni elli kenst.
Gud signi gamla skøltin tín,
Jens Jógvansson, mín Jens.

2. Jens Jógvansson, mín vinur, Jens,
vit kluvu báðir har
í fjallinum, og ofta, Jens,
so ófør frøin var.
Nú ragga vit á sløttum, Jens,
og leiðast – hata rensl –
og sova undir fjallinum,
Jens Jógvansson, mín Jens.

FavoriteLoadingGoym tekstin