Jerusalem, Guds nýggja stað

Robert LowryVictor Danielsen
Lag: Robert Lowry
Týtt: Victor Danielsen

1. Jerusalem, Guds nýggja stað
vit skjótt nú síggja fró
og hoyra heiløg syngja glað
sum havsins sterka ljóð.

Niðurlag: Um Lambsins blóð teirra songur er,
um Lambsins blóð syngja vit nú her;
hann vann eina brúður við blóðinum
úr øllum fólkunum.
Har sálin glað
hin langa dag
skal syngja um Lambið, sum dripið varð,
hann prís og heiður fær.

2. Til hvønn, sum eina stutta tíð
vil tæna Gudi her
og stríða trúnnar góða stríð,
ein hvíla goymd har er.

3. Hin nýggja song vit syngja har,
sum her vit elska so,
um Jesus Krist, sum okkum bar
tey søtu frelsuboð.

4. Skjótt songurin skal enda fá
á heimsins syndaleið;
men Guds børn, tey fyrst byrja tá –
teir tónar doyggja ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin