Í Jerusalem hin Hvítusunnudag tá Andin fall

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Í Jerusalem hin Hvítusunnudag tá Andin fall,
Pætur stígur fram og talar, ja, har ljóðaði Guðs kall:
Ikki eru hesi drukkin, ikki full av søtum vín,
nei, tey tala Andans talu, – vinur, kom, tað er til tín!

Niðurlag: Her er tungutala, profeti og hallelujaróp,
og her prædika vit Kristus*, doypa Harrans egna dóp!
Og tú sannar, at her pakka vit ei nakað inn í vatt,
men her elska vit Guðs klára Orð, tað tala klárt og rætt!

2. Hetta er hin Andans úthelling, sum Jóel talar um,
tá Guð sigur: Eg skal hella út av Anda Mínum, sum
aldri áður sæð tit hava, – dreymar, sjónir, profeti
skulu ungmenni og gamalmenni, trælir koma við!

3. Einsamallur yvir fjøll og dalar Paulus bróður fer,
tí tað brennur í hans hjarta, – fylt við Andans víni er!
Hann í skundi fram seg tekur til hann stendur í Korint,
talar har við Andans glóð um tað, Guð á hann hevur mint:

4. Og hann sigur: Hvat eg ynski, at tit her á hesum stað
víst øll talaðu í tungum, ja, at hvør í Anda bað!
At tit talaðu profetiskt, týddu tað, tit hava sæð,
so hvør syndari ein sting í hjartað fekk, sum hoyrir tað!

5. Á, mín vinur, tú sum søkir, leitar eftir einum stað,
har tú uppliva kann aftur fyrsta Hvítusunnudag!
Kom, við opnum ørmum bjóða vit tær nú til Andans borð,
við Guðs fólki her at njóta Andans rættir, – alt Guðs Orð!

FavoriteLoadingGoym tekstin